Vóru ikki klárir

Klæmint Matras, liðskipari hjá B36, var mest sum púrasta avkláraður, tá vit tosaðu við hann eftir tapið í Fuglafirði.
- Vit eru ikki nóg klárir til dystin, og tað oyðileggur fyri sovítt restina av landskappingini fyri okkara viðkomandi.
- Gaman í klára vit at java fyri steðgin, men tá vit fara út til seinna hálvleik er støðan akkurát tað sama. Og tað gevur teimum møguleikan at leggja seg á odda aftur, tá vit óneyðugt missa bóltin. Eftir tað royna vit at trýsta, men sjálvt um vit fáa onkrar møguleikar, so eru teir eisini nær við, so úrslitið var sum so rættvíst.
Og nú er gullið kanska farið til Eiðis?
- Tað haldi eg. Hja okkum ræður nú um at vinna silvurið aftur, og so annars at hugsa um steypakappingina. Har verður fyrri dysturin móti EB/Streymi longu mikukvøldið, so vit mugu bara reista okkum sum skjótast, helt Klæmint.