Seinasta árið hevur verið baldrut hjá FSF, og hetta duldi Høgni í Stórustovu ikki.
- Hetta eru hvør sum ein fittir fýrar, ið vilja fótbóltinum væl. Men vit viltust á leiðini, og nú ræður um at leggja eitt grundarlag fyri einum felagsskapi, sum vit øll eru góð við.
Spenta støðan, sum hevur verið millum feløgini, rúgvaði nógv meira enn vanligt, tá formansfrágreiðingin varð løgd fram. Og mest av øllum legði forsetin dent á, at tá aðalfundurin er, so heldur heimurin fram. Líkamikið hvussu úrslitið av aðalfundinum verður.
Og tá navn skuldi setast á trupulleikan, helt forsetin, at manglandi málsetningar og vantandi tillagingar til eina broytta tíð avgjørt eiga sín lut í hesum.
- Vit mugu hava røttu førleikarnar inn í nevndararbeiðið. Í dag sær tað út til, at minni álvarsligt tað er, stuttligari er tað hjá feløgunum. Tað er kanska náttúrligt, men vit mugu eisini menna feløgini, so tað at fylgja við krøvunum ikki kennist meira stríggið, enn gott er.
- Og so mugu vit tora. Vit mugu tora at taka neyðuga kjakið um, hvar vit vilja. Vit mugu tora at seta okkum mál, og vit mugu tora at arbeiða fram móti hesum.










