Við bara einum stigi í teimum báðum seinastu dystunum, er kanska onkur, sum fær tað fatan, at EB/Streymur er um at fáa tiltiknu gummibeinini, nú avgerandi fasan í landskappigninin stendur fyri framman. Ein pástandur, sum liðskiparin hjá oddaliðnum tó als ikki er samdur í.
- Tað haldi eg als ikki. Vit hava verið fýra ferðir í Gundadali í ár, og hetta er so fyrsta ferðin, at vit fara av vøllinum uttan stig. Sjálvandi vildu vit fegnir havt stig her, men tað er eingin vanlukka at tapa ein slíkan dyst.
- Vit vóru eisini sera hart kroystir fyri steðgin, og vit høvdu ilt við at fáa okkara ketur at hanga saman , so tað var kanska uppiborið, at B36 fór við sigrinum, helt Egil á Bø.
Men munurin niður eftir vaks tó ikki. Tit mugu væl viðganga, at tað framvegis sær ljóst út?- Sjálvandi hóskaði tað okkum væl, at NSÍ tapti. Men tað ber ikki til, um vit alla tíðina missa stig. Nú skulu vit helst hava fult móti bæði ÍF og NSÍ á heimavølli. Tað er í sjálvum sær ríkiliga stór uppgáva, og tí taka vit bara ein dyst í senn, helt Egil.