TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Skála, Paula Poulsen aftaná Pauli hevði sæð sínar menn á útivølli í Sørvági tapt 0-5 ímóti 07 Vestur. Eitt úrslit, sum merkir, at Skála er bert fýra stig røttu megin niðurflytingarstrikuna.
Pauli Poulsen staðfestir, at 07 Vestur vóru óvanliga effektivir, og gagnnýttu málmøguleikarnar, sum fullu teimum í lut, og tað feldi Skála í dag. Pauli Poulsen heldur tó ikki, at munurin var so stórur leikliga, og Skála kom til nógvar góðar støður í dystinum. Pauli Poulsen sigur seg ikki verða samdan við upplivingini av dystinum, sum 07 Vestur venjarin, Trygvi Mortensen hevði av dystinum.
Um fýra dagar vitjar ÍF á Skála og Pauli Poulsen ætlar saman við spælarum sínum at arbeiða hart fyri, at liðið reisur seg aftur á heimavølli mikukvøldið.