Vóru aftur í bátinum sunnumorgunin

Venjingarstøðan umborð á Eysturoyingi er betri í ár, enn hon var í fjør, og í Klaksvík kendu teir seg hava gott tak á tí

10-MANNAFØR

FM vinnarin frá í fjør, Eysturoyingur, legði bragdliga fyri í hesum kappingarárinum. Í fjør kiksaði tað hjá teimum á Norðoyastevnu. Soleiðis var tað ikki hesa ferð. Eysturoyingur hevði so at siga alla tíðina tak á, og nú hava teir fokus á kappingini á Kollafirði annan leygardag.
Sunnumorgunin klokkan hálvum níggju vóru teir á Eysturoyingi aftur til venjing, og fram til Sundalagsstevnuna ætla teir at venja hvønn dag burtursæð frá mikudøgunum.
- Tað ræður um at vera ofta í bátinum. Tað fæst meiri burturúr fleiri og styttri venjingum enn færri og longri. Hetta var eisini tað, sum Eskild Ebbesen segði, tá ið hann hevði fyrilestur her, siga teir umborð á Eysturoyingi.
Tað hevur ikki verið nógv at sæð til Eysturoying á Skálafjørðinum. Men kortini søgdu teir seg undan fyrsta FM róðrinum vita, at venjingarstøðan var betri, enn hon var fyri einum ári síðani:
- Tað søgdu maskinurnar okkum, at hon var. Vit vóru nakrar ferðir í bátinum í páskafrítíðini. Annars hevur venjingin gingið fyri seg á maskinunum inntil týsdagin í síðstu viku.
Týsdagin kom Jón Rosenblad heim úr Danmark, og frá týskvøldinum av og fram til fríggjakvøldið var Eysturoyingur at síggja á Skálafjørðinum.
Hvussu upplivdu tit róðurin í Klaksvík, spyrja vit Hilmas Sam Lamhauge, sum er ein av teimum, ið hevur róð og vunnið nógv við Eysturoyingi:
- Í fyrstu tøkunum vóru vit ikki fremstir. Startspurturin hjá okkum var eitt sindur longri, enn hann var hjá hinum, og tá ið vit vóru lidnir við hann, kendu vit okkum at vera frammanfyri hinar. Stýrimaðurin segði okkum alla tíðina, hvussu støðan var. Vestmenningur lá ímillum okkum og Klaksvíking, men vit vistu, at Klaksvíkingur nakrar ferðir royndi at bjóða av. Tað órógvaði ikki okkara rútmu, og vit megnaðu hvørja ferð at svara aftur.
Klaksvíkingur var støðugt á næstfremsta plássinum, og spildurnýggi Skálabáturin var leingi á triðja plássinum.
Mest óvæntað var tað, at tað royndist so illa hjá Havnarbátinum á fyrstu fimm hundrað metrunum. Frá umleið 1000 metra málinum tóktist tað at hilnast betri hjá havnarmonnum, og í endaspurtinum tóku teir Skálabátin. Men bæði teir á Eysturoyingi og teir umborð á Klaksvíkingi runnu undan havnarmonnum.
Frá Skálabátinum var tað ein bátslongd aftur til Vestmenning, sum er komin afturíaftur, eftir at hann ikki luttók í fjør, og tað var uppaftur longri frá Vestmenningi og aftur til Nólsoying, sum tykist vera langt frá styrkini í fjør, tá ið Nólsoyingur vann í Klaksvík.