Vóru 167 dagar í rúmdini

Eitt russiskt rúmdarfar av slagnum Soyuz lendi í morgun í Kasakstan. Umborð vóru tríggir rúmdarmenn, sum hava verið á altjóða rúmdarstøðini ISS í 167 dagar ella næstan eitt hálvt ár.

Hetta er fyrsta rúmdarfarið, sum hevur sett seg á jørðini, síðani amerikanararnir góvust við sínum rúmdarferjum í summar. Nú er tað bara Russland, sum hevur útgerð til at flyta fólk og farm millum jørðina og ISS.

Teir tríggir rúmdarmenninir, sum komu aftur í morgun, eru amerikanarin Mike Fossum, russarin Sergei Volkov (myndin) og japanin Satoshi Furukawa. Ferðin frá ISS til jørðina tók hálvan fjórða tíma.