Várt land er alfagurt

Haldi leiðina niðan á Reynini
er grýtut eins og mánalendi
fara vit gjøgnum brekkuna stóru
er tað eins og 23 sálmur hjá Dávid.

Við angandi grasgrønum fløtum
og hvíldaráum góðum
veri boðin vælkomin av hjarmandi seyði
og ljómandi fuglasongi.

Hyggi suður í hav, Skálhøvdi
og tann forna bygd Skálavík
vársól bjørt á fjallalíðum
alt í kvirru andar.

Havskin sum skyggjandi silvur
skynið kínir aldubrot inni á møl.
Ja, eg elski mítt land
sum tað stígur fram.