- Vørn skilir ikki Axel Hansen, nevndarlim í Føroya Fiskimannafelag, tá hann sigur, at Vørn ikki hevur hildið sínar skyldur í samband við uppboðssølurnar, skrivar stovnurin í tíðindaskrivi.
Axel Hansen hevur kært Norðing til Vørn fyri ikki at halda galdandi sáttmála, eins og at hann heldur, at Vørn hevur misrøkt sína skyldu við yvirhøvur at lata Norðing taka lut í uppboðssøluni.
Hetta vil Vørn tó ikki góðtaka. Í skrivi svarar stovnurin, at Norðingur heldur tær treytir fyri luttøku í almennu uppboðssøluni, sum eru ásettar í lógini.
- Treytirnar fyri at keypa, sambært grein 2 í kunngerð nr. 78 frá 29. juni 2016, eru, at eigarin skal hava fiskifar undir føroyskum flaggi, sum hevur veiðiloyvi. Afturat hesum hevur Vørn skyldu at tryggja, at keyparar seta nøktandi trygd fyri, at peningurin verður goldin, skrivar Vørn.
Tískil sigur stovnurin seg ikki hava heimild at nokta reiðaranum á Norðingi rættin at keypa kvotur á uppboðssøluni.
- Vørn er almennur stovnur, og eins og fyri aðrar almennar stovnar krevst heimild fyri fyrisitingarligum avgerðum. Vørn hevur ikki heimild at seta aðrar treytir til reiðarar, sum keypa kvotur á uppboði, ella at taka avgerð í trætum millum reiðarar og manningarfeløg, sigur stovnurin í stuttari viðmerking.









