Vørn sendi teldupostin til Høgna

Onkur situr við reyðum oyrum og landsstýrismaðurin við fiskimálum lesur ikki teldupost frá Vørn - ella minnist hann illa

Vørn sendi í juni í fjør fiskimálaráðnum og landsstýrismanninum við fiskimálum. Høgna Hoydal, ein beinleiðis teldupost, har boðað verður frá, at veiðuloyvið hjá Helenu 30. juni bleiv flutt á Slættaberg.

 

Tað var løgfrøðingurin hjá Vørn, Jan Klein Olsen, sum sendi teldupostin til landsstýrismannin, og hann setti cc. til Rógva Reinert, aðalstjóra í fiskimálaráðnum, og sín egna stjóra í Vørn, Elmar Højgaard.

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sigur seg onki minnast til, at hann hevur sæð hendan teldupostin, og at hann helst er farin aftur við borðinum.

 

Vørn er tað, sum umsitur veiðuloyvini, men í 2015 yvirrulaði fiskimálaráðið Vørn og segði, at hóast umboðsmaðurin í hvassari átalu fanst at umsitingini og fiskimálaráðið tók undir við hesum, so bar ikki til at broyta praksis fyrr en regluverkið var rættað til.

 

Stríðið í dag stendur um, at Slættaberg og Næraberg hava fingið veiðuloyvir til svartkjaft frá línubátum í bólki 3. Landsstýrismaðurin hevur steðgað framferðarháttinum, men veit enn ikki um loyvini verða tikin aftur frá Slættaberg og Næraberg.

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fanst at somu praksis, tá ið Jacob Vestergaard í undanfarnu samgongu brúkti sama framferðarhátt og helt at Jacob Vestergaard átti at lagt frá sær.

 

Júst nú venda kanónirnar móti landsstýrismanninum, sum hevur ábyrgd av somu praksis, hóast hann sigur seg ikki vita av, at hendan praksis eisini er brúkt í fjør - hetta hóast Vørn sendi kunningarskriv um málið 30. juni í fjør.

 

Hvørjar avleiðingar standast av hesum máli er torført at gita um. Samgongufólk hava enn onki sagt um, hvat tey halda um framferðarháttin, meðan landsstýrismaðurin sigur, at hann roynir at rætta ein feil.