Føroya Skipara- og Navigatørfelagið hevur í dag sent Fiskimálaráðnum og Vørn eina klagu um, at Vørn hevur givið ávísum skipum fiskiloyvi uttan lógarheimild.
Í klaguni vísir Skipara- og Navigatørfelagið á, at áðrenn fiskiloyvi kunnu útskrivast, skal umsøkjarin vátta, at skipari og manning fáa løn samsvarandi galdandi sáttmála við føroysk manningarfeløg.
Men Føroya Skipara- og Navigatørfelag sigur, at Vørn hevur givið trolarum á landleiðini í bólki 4T fiskiloyvi, hóast eingin sáttmáli er fyri hesi skipini.
- Tað kann ikki vera ókent fyri myndugleikunum, at eingin sáttmáli er galdandi fyri hendan bólk og vit kunnu tí staðfesta, at myndugleikarnir hava brotið grein 51, stk. 2, petti 1, sum sigur: Áðrenn fiskiloyvi verður latið, skal tann, sum søkir um fiskiloyvi, vátta, at skipari og manning á fiskifari í tí ávísa fiskiskapinum verða lønt samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg, skrivar Annfinnur Garðalíð í klaguni.
Annfinnur Garðalíð er skelkaður av hesum og sigur, at antin bróta myndugleikarnir tilvitað lógina, ella prógvar hetta, at teir ikki halda sína skyldu, sum er at kanna, at skipini, sum søkja, lúka ásetingarnar í lógini.
- Um myndugleikarnir ikki sjálvir halda galdandi lóggávu, so missa borgarar fullkomuliga álitið á skipanini, og tí skulu vit staðiliga heita á bæði Fiskimálaráðið og Vørn um at tryggja, at einki skip fær útskrivað loyvi uttan at treytirnar í grein 51 eru loknar, og tá myndugleikarnir av órøttum hava skrivað út loyvir, so eiga hesi loyvir at verða tikin aftur, stendur at lesa í klaguni.










