Vármótasýning í Havnar Klubba

Nú røkkur ikki við einum kvøldi, tá handlar í miðbýnum skipa fyri mótasýning

Mikukvøldið 29. mars kl. 19.30 og hóskvøldið 30. mars, eisini kl. 19.30, skipa handlar í miðbýnum fyri mótasýning og hugnakvøldi í Klubbanum.

Á sýningunum verður tað nýggjasta innan móta sýnt fram. Sýningarnar verða fjølbroyttar, alt frá innast til uttast, klæðir til børn, ung og vaksin. Tað seinasta innan hármóta verður sjálvsagt eisini at síggja. Somuleiðis luttaka blómu-, gávu- og prýðishandlar, so her verða nógv hugskot til páskini og til várið, sum so spakuliga er á veg.

Luttakandi handlar eru: Benetton, Drós, Fljóðið, Th. Dam Ítróttur, Handilskjarnin damur og harrar, Hjá Kissa, Hon & Hann, Kallkyn, Línbúðin, Madame L, Mótaskálin, Seytjan, Sirri, Skálabúðin,Vogue, Wrangler, Fótbúni, Kjallarin, Boutique Romantika, Frú S, Akkuleya, Trónd Hansen, Salong Ása og Salong Viviann.

Í steðginum er møguleiki at keypa lutaseðlar, gávur og gávukort verða burturlutaði.

Atgongumerki kosta 50,- kr. og fáast í flestu av luttakandi handlunum og á Kunningarstovuni. Við í prísinum er kaffi og okkurt hugnaligt afturvið.