Várligt kærleikstema í Sosialinum

Forelskilsi er sum várið - áðrenn tú tað varnast, stendur tú mitt í tí og skilir ikki, at tað nakrantíð fer at enda. Fyri summi endar várið ongantíð. Á Sosialinum fara vit at fortelja søgurnar um, hvat tað var, sum hendi, tá ið nøkur pør fyrstu ferð upplivdu várið saman.

Lagt verður fyri í dag við søguni um Harry og Emmu Hansen av Toftum, sum hava kenst alt lívið.