Várkonsertir við Eystankórinum

Tíðindaskriv frá Eystankórinum

Eystankórið fer hesa vikuna, at hava tríggjar várkonsertir. Tann fyrsta verður í Fríðrikskirkjuni Kristi Himmalferðardag kl. 16.
Sunnudagin hevur Eystankórið tvær konsertir. Tann fyrra verður í Gøtu kirkju kl. 16, meðan tann seinna er í Glyvra kirkju sama dag, kl. 19.
Kórið hevur í gjøgnum veturin vant eina heilt nýggja skrá, ið m.a. inniheldur tað sera vakra latínska verkið "5 Latinske Kirkekor" eftir norðmanninum Arild Sandvold. Umframt hetta sum høvuðsverk, fer kórið at framføra føroyskar vár- og summarsangir, og hevur eisini nøkur ensk verk á skránni.
Eystankórið telur uml. 30 sangarar og verður stjórnað av Símun Hammer.
Saman við kórinum vil Heðin Kambsdal eisini luttaka við orgulfylgispæli.
Kórið bjóðar øllum vælkomnum til hesar konsertir.