Hóskvøldið 9. mars kl. 20.00, verður afturvendandi Várkonsertin, ið er samstarv millum Felagid Føroysk Tónaskøld og Aldubáruna í Listasavninum í Havn
Tónaskøldini, ið fáa verk framførd á hesi konsertini eru:
Tróndur Bogason, Atli Petersen, Kári Bæk, Pauli Hansen og Sunleif Rasmussen.
Samstarvið millum Aldubáruna og Føroysku Tónaskaldini hevur mong ár á baki, og er hetta ein sera týdningarmikil táttur í føroyska tónleikalívinum, har íðkandi og skapandi listafólk innan tónlist, hittast og samstarvast.
Tónleikararnir í Aldubáruni eru hesuferð: Anna E. Klett, klarinett, Andrea Heindriksdóttir, floyta, Sámal Petersen, violin og Jóhannes Andreasen, klaver.
Í samband við konsertina, fara tónaskøld og tónleikarar, at greiða frá um tónleikin.