Várkonsert við Vágakórinum og Hanus G. Johansen

Mánadagin 15. mars kl. 19.30 bjóðar Vágakórið saman við Hanus G. Johansen til várkonsert á Giljanesi.

Á skránni hjá Vágakórinum eru bæði føroyskir og útlendskir sangir, og Hanus fer at syngja nakrar av teimum sangunum, sum hann er so kendur og væl dámdur fyri.

Skráin er skipað soleiðis, at kórið byrjar at syngja tríggjar svenskar sangir ? millum annað ?Här är gudagott at vara? og eisini sera hóskandi ?Si god afton og god kväll?. Aftan á fer Hanus at syngja, og so heldur kórið fram við ymiskum løttum vísum og kærleikssangum. Menninir í kórinum fara eisini einsamallir at framføra sangin ?Good night ladies?.

Tá ið Hanus aftur hevur sungið, endar kórið konsertina við at syngja tríggjar føroyskar sangir, millum annað vársangin ?Nú strýkur vár um heimlandsvøll? við lag eftir Knút Olsen.

Væntandi verður hetta ein stuttlig og hugnalig konsert, við sera ymiskum áhugaverdum tónleiki soleiðis at øll kunnu fáa nakað burturúr.

Vágakórið ætlar sær í heyst at fara til Finnlands at luttaka í stórari norðurlendskari stevnu fyri kirkjukór. Yvirskotið frá várkonsertini fer til fígging av ferðini. Vit vilja tí fegin heita á so nógv sum møgulig at koma til konsertina og fáa eitt gott kvøld fyri tær 100,- kr., sum atgongumerkini kosta.