Við várkonsertini ?Signað ver tú sæla stund?, fer kórið Tarira at fagna góðu, ljósu tíðini. Konsertin verður framførd tvær ferðir. í Müllers pakkhúsi leygardagin 28. mai kl.19.00 og í Gøtu kirkju sunnudagin 29. mai kl.16.00.
Framførslurnar fevna um bæði verðsligan og sakralan tónleik, kendar sum ókendar tónar. Konsertheitið er ein sera kend regla frá yrkingini hjá Símuni av Skarði ?Vár við lýggjum vindi?, sum Waagstein setti lag til og sum Sunleif Rasmussen nú hevur lagt til rættis av nýggjum.
Hesum boða fyrireikararnir frá í dag.