Várkonsert í Glyvra kirkju

Kór Glyvra kirkju hevur várkonsert í Glyvra kirkja sunnukvøldið kl. 19.

Sungnir verða vár- og summarsangir. Kórið syngur eisini nøkur sakral verk. Nevnast kann undurfagra “Ave Maria” eftir Franz Schubert og eitt sokallað “Anthem” eftir bretska tónaskaldinum Thomas Attwood.

Kvinnukór Glyvra kirkju fer eisini at seta dám á konsertina.

Kvinnukórið syngur eitt nú “Hebe deine Augen auf”, ið er sokallaða “Einglatrioin” eftir Felix Mendelssohn-Bartholdy. Meinhard Bjartalíð stjórnar.  