Várkonsert í Eiðis kirkju

Nú nærkast summartíðin og fólk vakna úr vetrardvæluni og møtast til ymiskar hugnaløtur og konsertir. Vit syngja vár- og summarsangir og spæla yndisligan tónleik, og vit gleðast um, at summartíðin er í nánd.

Sunnudagin verður ein heldur øðrvísi várkonsert í Eiðis kirkju.

Sundakórið og Eiðis Ljómfelag hava tikið stig til eina felags várkonsert. Á konsertini verður framført bæði kent og minni kent tilfar, og eisini fara Sundakórið og Eiðis Ljómfelag at framføra okkurt tilfar saman.

- Okkurt lag fer ivaleyst at koma óvart á, men vónandi verður tað væl móttikið, siga kórini bæði.

Sundakórið sá dagsins ljós fyri 10 árum síðan. Undirtøkan var so mikið góð tá, at avrátt varð at halda fram við Sundakórinum. Síðani tá hevur kórið sungið eitt ótal av sangum, og kórið hevur framført nógvar konsertir. Fleiri av sangarunum hava verið við í kórinum frá byrjan og kunnu í ár halda 10 árs jubileum saman við Sundakórinum.

Sundakórið telur í dag umleið 16 sangarar, og kórleiðarin er Hans Olivur Joensen.

Eiðis Ljómfelag varð endurstovnað í sekstiárunum, so tað kann roknast sum eitt eldri orkesturfelag. Felagið er skipað við messing, træblásarum og trummum. Orkestrið hevur gjøgnum mongu árini hildið eitt ótal av konsertum, bæði til gamans og álvara. Orkestrið telur í dag umleið 20 spælarar, bæði ungar og eldri, og leiðari er Oddur Hentze

- Vit vóna at kunna gleða nógvar áhoyrarar við góðum sangi og tónleiki, og vónandi fáa áhoyrararnir eina ógloymandi løtu á konsertini, sum verður í Eiðis kirkju sunnudagin 21. apríl klokkan 19.30, siga Eiðis Ljómfelag og Sundakórið.