Várkapping í Runavík

Leygardagin skipaði Roysnið fyri tí árligu Várkappingini í renning í Runavík.

20 luttakarar runnu tann 10 km langa teinin. Fleiri av teimum settu persónlig met.
Hjá monnunum gjørdist Jonhard Larsen úr Treystinum fremstur við tíðini 34,36 min. Nummar tvey gjørdist Sigurð B. Justinussen við 35,14 min. Sam Vang gjørdist nummar trý við 36,34 min. Teir renna báðir fyri Bragdið.
Veteranbólkin vann Jósvein Herup Olsen við 37,40 min. Nummar tvey gjørdist Óli Olsen við 39,24 min., og Steindor Hjaltalin gjørdist nummar trý við 41,05 min. Teir renna allir fyri Bragdið.
Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum vann bólkin hjá kvinnum við tíðini 46,53 min.