Hóast tað hevur sæð eitt sindur ivasamt út við útlitunum til gott bátastevnuveður í Vestmanna, bendir kortini alt á, at morgindagurin verður rættiliga góður. DMI sigur um veðrið komandi samdøgnið, at hann fyrst verður strúkur í vindi, millum 8 og 13 metrar um sekundið og kanska upp í 15 metrar um sekundið næstu nátt.
Ættin teir næstu tímarnar fer helst at liggja millum útsynning og vestan.
Hyggja vit síðan eftir leygardegnum, sigur hann eisini nakað av vindi fyrrapartin, men minkandi vind, sum leygardagurin líður. Seinnapartin leygardagin sigur hann minni enn 6 metrar um sekundið, ið er rættiliga gott bátastevnuveður.
Tað verður skýggjað veður, men eisini nakað av sól.
Leygarkvøldið friskar hann lotið nakað aftur av landnyrðingi ella norði, 5-10 metrar um sekundið - og út á sunnunáttina kann vindurin koma upp í 13 metrar um sekundið.
Tað verður ikki kalt - hitin fer at liggja um eini 8 stig.
Sambært DMI verður júst ein góð løta leygardagin, tá bátarnir tíðliga seinnapartin fara at sigla av Fútakletti og inn á Vestmanna.
Og sig so, at Várharra ikki hugsar um bátastevnuna í Vestmanna :)