##med2##
Sosialurin valdi millum jól og nýggjár Martin Kúrberg sum Ársins Føroying í 2019. Lang samrøða var við Martin Kúrberg í Sosialinum, og í gjár var eisini samrøða á FM1, har greitt varð frá tilgongdini frá rúsdrekkamisbrúki til leiðara á Herberginum.
– Eg hevði havt ein uppvøkstur, sum var órógvaður av rúsdrekka. Og eg var í ferð við at geva mínum børnum og øllum rundan um meg tað sama í arv. Eg segði, at eg ongantíð vildi liva tað lívið, men við einum óstabilum uppvøkstri hevði eg heldur ikki fortreytirnar fyri at hondtera tingini rætt, sigur Martin Kúrberg millum annað í samrøðuni.
Trýst á pílin omanfyri fyri at hoyra samrøðuna við Martin Kúrberg í FM1 í gjár.