Bæði liðini í Gundadali sunnudagin sannførdu um tær gitingar, sum undan árinum hava verið settar til liðini í Formula-deildini. Her hava tey nógvu gitt, at HB - hóast stóra útskifting - aftur í ár verður millum liðini, sum amast at avgjørda toppinum, meðan ÍF hinvegin fær tað sera trupult í niðara endanum av stigatalvuni.
Rasmus og fríspørkini
Júst tann fatanin mundi eisini vera tann, sum áskoðararnir í Gundadali sótu eftir við. Frá byrjan tóktust fuglfirðingarnir í øllum førum at hava ásanna, at teirra leiklutir var í verjupartinum, og tí vágaðu teir sær sjáldan nakað serligt niðaneftir.
Hetta gav HB mest sum fullkomna spæliyvirvág, og møguleikar spurdust eisini burturúr. Tað skuldi tó ein av teimum eftir hondini so væl kendu deyðbóltsstøðunum til hjá HB, áðrenn hol kom á. Úr 35 metrum royndi Rasmus Nolsøe seg við frísparki, og hesum megnaði Karstin Joensen í málinum ikki halda av vandaleið.
Malið opnaði alt
Málið hevði við sær, at ÍF eftir steðgin noyddist longur niðan á vøllin í royndini av javna, og tað gav rúm til HB. Tað gingu bara fáir minuttir, so var 1-0 broytt til 3-0 á máltalvuni, og so spruttaðu ungu HB-spælararnir av sjálvsáliti. At eitt mistak nakað seinni førdi við sær, at ÍF fekk svarað aftur, hevði sum so ikki tað stóra uppá seg, tí nær nøkrum veruligum spenningi komu fuglfirðingar sjáldan.
Ístaðin vóru tað enn einaferð tveir av ungu HB-monnunum, sum kundu staðfesta trivaliga sigurin, sum í fyrstu atløgu hevur sent HB í topp - og ÍF í botn - á stigtalvuni.
Óvissan burtur
Hóast talan til tíðir var um hampuliga laka mótstøðu, sum HB fekk í dystinum, so man sigurin fyrst og fremst muna væl á kontini fyri sjálvsálit. At liðið er sett saman av fleiri av frægastu ungu fótbóltsspælarunum, sum vit eiga her á landi, munnu fá vera í iva um. Men júst ungdómur og óstøðuðgt spæl hanga ofta saman í fótbóltshøpi, og tí man sigurin meira enn nakað hava tikið óvissuna um egnan mátt burtur.
Hjá ÍF er kanska ilt at síggja, hvat sigurin skal brúkast til. Men liðið fekk í øllum førum staðfest, at bindingarnar afturi á vøllinum eiga at vera størri og betri tilvitaðar. Ikki minst, um roynt verður at flyta spælið frameftir.
HB-ÍF 5-1 (1-0)
1-0: Rasmus Nolsøe, 35.
2-0: Rókur av F. Jespersen, 46.
3-0: Jákup á Borg, 49.
3-1: Atli Petersen, 69.
4-1: Páll M. Joensen, 73.
5-1: Johan E. R. Mouritsen, 90.
HB 4 bóltar
ÍF 2 bóltar









