Várframsýningin sóknast eftir samleikum

Evnið á Várframsýniningini 2009 er "Samleiki", sum framsýningin ynskir at lýsa á ein so fjølbroyttan hátt sum gjørligt


28. februar er seinasta freist at lata inn verk til Várframsýningina. Í ár sóknast framsýningin eftir verkum, sum á ymsan hátt endurspegla skiftandi samleikar í modernaða samfelganum. 



Samleiki í bitlaheiminum

Hugskotið til evnið á Várframsýningini hevur støðið í, at hvønn einasta dag gjøgnum alt lívið lata vit okkum í skiftandi samleikar og leiklutir til ymisk høvi. Í uppvøkstrinum fáa vit ein samleika frá staðnum, vit búgva, og frá menniskjum, vit liva saman við. Alt eftir kyni og uppvøkstri fáa vit ein samleika tillutaðan. Í mannfólkaheiminum finnast eitt nú fótbóltssamleikin, bilførarasamleikin og sjómannasamleikin. Í konufólkaheiminum finnast aftur aðrir samleikar, eitt nú móðurleikluturin, flakakvinnan og húsmóðirin. Eisini sjálvsfatan okkara er eitt slag av samleika.

Samleikar hoyra til øll lívsins viðurskifti. At enda fara vit øll í eftirløn og flyta okkum inn í eldraleiklutin, inn í seinasta tíðarskeiðið á lívsins leið. Oman fyri allar hesar einstaklingasamleikarnar liggja størri bólkar sum samleiki grundað á politiska samføring, átrúnaðarligt tilknýti og tjóðskap.

Áhugin fyri tí at vera knýttur at onkrum og at skifta samleika er vaksin í modernaða heiminum, har ferðslan yvir um landamørk økist í stórum sum úrslit av orsakað av altjóðagerðini. Tað er vorðið vanligari at skapa egnu sjálvsmynd sína og at átaka sær ein samleika fyri at staðfesta seg sjálvan undir broytandi umstøðum. Hetta samleikaspælið ávirkar eisini bitlaheim okkara í Føroyum, um vit vilja tað ella ei. 



Sensurerað framsýning

Várframsýningin er sensurerað. Ein trímannað dómsnevnd úr Føroysk Myndlistafólk velur út og setir framsýningina saman við innkomnum verkum og øðrum viðkomandi tilfari.

Dómsnevndin er áhugað í øllum listarligum myndframburðum fyri at skapa eina so fjølbroytta og útgreinandi framsýning sum gjørligt. 



Fakta:

Várframsýningin 2009 verður í Listasavni Føroya 13. mars - 12. apríl.

Freist fyri innlating av uppskoti: 28. februar 2009.

Innlatingarkostnaður: Fyri hvønn einstakling er innlatingarkostnaðurin kr. 300,-

Listafólkini fáa svar skjótast møguligt, soleiðis at listaverkini kunnu latast inn í Listaskálan.