Klokkan 16 leygardagin letur Várframsýningin 2000 upp í Listaskálanum. Sum vanligt, er tónleikur afturvið og á kvøldi klokkan 19 er várkonsertin, har Aldubáran framførir nútímans føroysk verk.
Felagsskapurin Føroysk Myndlistafólk skipar fyri Várframsýnigini og hetta er tann 11. í røðini.
Hetta er úrvalsframsýning. 36 fólk sendu verk inn. 13 fingu einki við og 23 eru umboðað á sýnigini við í alt 69 verkum.
Í úttøkunevndini í ár hava sitið Tita Vinther, Astrid Andreasen og Guðrið Poulsen.
Tær meta, at sýningin er ikki so stór í ár, sum hon onkutíð hevur verið, men hetta kemst partvís av, at ikki so mong sendu inn.
Ein er við fyri fyrstuferð, og fleiri listafólk í yngra ættarliðnum eru umboðað.
Mest eru tað málningar, ið eru við, men eisini annað, t.d. fotomyndir. Eisini er meira av skulpturum, enn tað hevur verið.
Tær halda, at listin í Føroyum er ikki so eksperimenterandi, sum ein sær aðrastaðni. Onkur hevur kanska latið okkurt inn, men tað skal eisini vera gott, tí tað er ikki nokk at provokera, bert fyri at provokera.
Spurdar um, hvat eitt gott verk er, siga tær, at fyrst og fremst skal kompositiónin vera í lagið. Er talan t.d. um eina myndarøð, so skulu einstøku myndirnar eisini kunna standa fyri seg.
Verkið skal vera upprunaligt og helst nýskapandi.
Tær 3 í úttøkunevndini hava tosað og kjakað seg fram til úrslitið, so gongdin hevur verið demokratisk, meta tær. Tær hava eisini lagt dent á, at sýningin í sær sjálvum skal vera eitt listaverk, ein heild, ið hongur saman.
Tí hava tær her havt tann trupulleika, at veggirnir í Listaskálanum eru upptiknir, so tær sleppa ikki at heingja upp, fyrr enn fríggjadagin, so tað kann vera trupult at skapa sær eina heildarmynd av sýningini.
Tær meta, at nógv gott er við í ár og eru t.d. spentar uppá unglingin, sum er við fyri fyrstuferð. Hetta er Jens L. Thomsen. Hann er 20 ára gamal og hevur áður luttikið á ólavsøkuframsýning,
Vanligt er, at ein úr úttøkunevndini myndprýðir myndskránna. Í ár prýðir eitt teppi hjá Titu Vinther myndskránna.
23 fólk sýna fram á Várframsýnigini og býtið millum kynini er so, at 17 mannfólk eru við og 6 konufólk.
Elsti luttakarin er føddur í 1936 og tann yngsti í 1980.