Várfiskur sæst aftur á marknaðinum

Seinastu tíðina hevur væl av várfiski, sum útróðrarbátar hava fingið við snellu, verið á søluni hjá Fiskamarknaði Føroya.

Týsmorgunin seldi Fiskamarknaður Føroya sløk 82 tons av fiski fyri stívliga 1,3 miljónir krónur. Samlaða sølan gav ein miðalprís fyri øll fiskasløgini samanlagt á 16,28 krónur fyri kilo.

 

Størsta nøgdin á hesi søluni var toskur, harav nógv mest var av toski 3, stívliga 48 tons tilsamans. Miðalprísurin fyri tosk 3 var 17,03 krónur fyri kilo.

 

Sløk 12 tons vóru av toski 2, sum fekk miðalprísin 18,81 - og stívliga 11 tons vóru av toski 4, og her var miðalprísurin 14,42 krónur fyri kilo. Á søluni týsmorgunin vóru eisini 2,5 tons av toski 1, sum fekk miðalprísin á 19,97.

 

Sløk fýra tons vóru av hýsu, harav 2,2 tons vóru av hýsu 2, sum fekk miðalprísin runt 13 krónur fyri kilo.

 

Toskarognini geva í løtuni lítið til sjófólkið, tó at væl verður tikið við til lands. Á søluni týsmorgunin vórðu sløk 1,4 tons av toskarognum, og her var miðalprísurin einans tríggjar krónur fyri kilo.