Tiltakið byrjar við stórari skrúðgongu. Heðin Mortensen, borgarstjóri, setur tiltakið, og aftaná syngur barnakórið í Oasuni. Síðani verður møguleiki at uppliva fleiri av teimum kendu søgunum, sum eru í Bíbliuni. Søgurnar eru gjørdar til 10 stuttar leikir, ið verða framførdir á smáum pallum runt um í miðbýnum. Leikirnir eru samanhangandi, men hava hvør sín boðskap.
Eisini ber til at keypa sær okkurt til matna, meðan klovnar vísa síni kynstur, og á pallinum verður nógvur ymiskur tónleikur, dukkushow, dansiframførsla o.a.
Luttøka verður m.a. eisini av 70 ungdómum frá bíbliueftirskúlanum Alterna í Danmark umframt motorsúkklufelagnum Cross-Bikers MC Føroyar. Býurin verður prýddur við bannara, vimplum og øðrum.
Ókeypis suppa
Harumframt verður bjóðað øllum luttakandi ókeypis suppu á Vaglinum kl. 17.30. Og so verður ein uppboðssøla av málningum hjá fleiri føroyskum listafólkum – nevnast kunnu m.a. Eyðun av Reyni, Øssur Mohr, Edith Mørkøre, Maria Mørkøre, Eli Smith, Poul Skarðenni og Sámal Toftanes. Nakrir av hesum málningum verða málaðir á Vaglinum, samstundis sum tiltakið fer fram. Tað, sum inn kemur fyri uppboðssøluna, skal nýtast til at gjalda útreiðslurnar av tiltakinum. Verður nakað avlop, fer peningurin til vælgerandi endamál.
Eitt familjutiltak verður á pallinum kl. 19.00, og kl. 21.00 byrjar eitt stórt ungdómstiltak, har fleiri tónleikabólkar fara at framføra, samstundis sum kaféin verður opin. Eisini verða dansibólkar, drama og ymiskt annað spennandi á skránni.
Fyrireikararnir siga, at endamálið við tiltakinum er at skapa eitt umhvørvi, har bíbilski boðskapurin verður boðaður á ein spennandi, avbjóðandi, hugtakandi og stuttligan hátt við sangi, drama og upplivingum. Tiltakið er skipað av fleiri samkomum/kirkjum í Havn, sum luttaka á ymiskan hátt.
mg










