Várfest í Tilhaldinum

Tilhaldið í Tórsgøtu fekk í morgun ein gávukekk upp á 47.800 frá teimum sum fyrireikaðu Várfestina 2009.

Í morgun gingu fingu tey á Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn óvæntaða vitjan og ein gávukekk upp á 47.800 krónur frá teimum sum skipaðu fyri Várfestini, sum var í Havn sunnudagin 17. mai.


Várfestin var eitt tiltak í miðbýnum í Havn við tónleiki, drama, og dansiframførslu, har bíbilski boðskapurin varð boðaður á ein øðrvísi hátt, enn vit eru von við í Føroyum. Tiltakið var skipað av fleiri samkomum og kirkjum í Havn.


Á Várfestini var ein t.d. ein uppboðssøla av málningum, sum fleiri føroysk listafólk høvdu málað og málaðu á Vaglinum, meðan Várfestin var. Vegna tað hjálpsemi og vælvild sum tiltakið fekk frá Tórshavnar kommunu, avráddu fyrireikararnir at avlopið av tiltakinum skuldu fara til okkurt vælgerandi endmál í kommununi, og tað bleiv so Tilhaldið í Tórsgøtu.


Vegna fyrireikararnar av Várfestini segði Erling í Liða m.a. “Vit samdust um, at yvirskotið skuldi fara til Tilhaldið. Tað er tíverri oftani soleiðis, at tey gomlu verða gloymd. Gávan skal eisini takast sum eitt herðaklapp til leiðaran, Wanju Petersen, fyri tað ótroyttiliga arbeiði, sum hon ger í Tilhaldinum”.


Eftir at kekkurin varð handaður, takkaðu tey trý: Wanja Petersen, vegna Tilhaldið, Heðin Mortensen, borgarstjóri, vegna Tórshavnar kommunu, og Jákup Lindenskov, formaður í nevndini fyri Tilhaldið, fyri peningagávuna.