Leygardagin 31. mai skipar Strálan fyri fyri várfagnaði á Strondum ? við kappróðri og øðrum tiltøkum
Komandi leygardag verður skipað fyri ymiskum tiltøkum á Strondum. Tað er Strálan, sum stendur aftanfyri tiltøkini, sum eitt nú eru kappróður, ið byrjar á Hulki klokkan 15.
Steyp verða latin vinnandi bátunum, og medaljur verða eisini latnar trimum teimum fremstu manningunum í hvørjum róðri.
Eisini verður skipað fyri barnaróðri, har róð verður 500 metrar.
Men tað verður meira enn kappróður á skránni til várfagnaðin á Strondum. Har verður eisini vøru-og bamsutombola, 21-spæl, skjótibásur, søla av kaffi og vaflum og pylsuvognur.
Ókeypis barnafilmur verður vístur á stórskíggja í Strálu-hølunum klokkan 19, og klokkan 19.30 kemur umtókti Hallur Joensen sjálvur annar at syngja og spæla í bio-salinum.
Atgongumerki til tiltakið við Halli fáast við dyrnar, og møguleiki verður eisini at ogna sær væl umtóktu fløguna.
Á Strondum verður eisini ?syngið við? tiltak, har Símun og Emiel spæla undir. Hetta tiltak, sum byrjar klokkan 21.30, verður eisini í bio-salinum.
Sunnudagin klokkan 16 verður gott bingo í Bygdahúsinum á Strondum, og har verða eisini burturlutað gávukort á 2000, 1000 og 500 krónur - umframt turr tjógv. Eisini verða lúkur at lata upp.
Á Strondum vóna tey, at nógv fólk fara at leggja sær leiðina út á vesturarmin á Skálafjørðinum til tiltøkini leygardagin og sunnudagin.









