Várdagar: Ein gongutúrur eftir Kambinum

Fólk í Nes kommunu hava í øldir sæð yvir á Kambin, og Kamburin hevur eisini í øldir verið brúktur sum ýti hjá monnum, sum søktu sjógvin.

 

 

Várdagar í Nes kommunu byrjaðu í fagrasta veðri seinasta leygardag við ruddingardegi og ymiskum tiltøkum í kommununi. Nógv ymiskt er á skránni á Várdøgum, og skráin kann síggjast um heimasíðuna - www.nes.fo 

Mikudagin verður eitt serstakt tiltak, sum er ein gongutúrur fyri borgarar í Nes kommunu. Bussur koyrir klokkan 15 av havnalagnum á Toftum til Oyggjarvegin í Havn, haðani gingið verður eftir Kambinum og oman til Kaldbaks.

Áðrenn siglt verður úr Kaldbak og heimaftur á Toftir, fáa tey, sum eru við á túrinum, góða suppu. Ætlanin var, at Norðlýsið skuldi gera túrin, men skipið er ikki tøkt. Tískil verður tað eitt annað skip, sum siglir heim aftur við gongufólkinum.

Fólk í Nes kommunu hava í øldir sæð yvir á Kambin, og Kamburin hevur eisini í øldir verið brúktur sum ýti hjá monnum, sum søktu sjógvin.

Nú verður so høvi hjá borgarum í kommununi, sum hava hug at fara henda túrin, at síggja sína egnu kommunu úr einum øðrum sjónarhorni. Frásøgufólk verður við á túrinum oman av Oyggjarvegnum og eftir Kambinum.

Neyðugt er at melda seg til túrin, og av Toftum verður sagt, at tilmelding fer fram á tlf. 447586. Freistin at melda til og heinta atgongumerki á kommunuskrivstovuni á Toftum er týsdagin 27. apríl klokkan 15.