Vár vil vísa ábyrgd

- Heldur enn at ganga í krókunum og finnast at, vil eg bjóða meg fram at hjálpa ella betra um nakað, og tað havi eg eisini gjørt í hesum føri, sigur Vár í Gong Ofta er ímyndin av einum fakfelagsbossi eitt fólk, sum er komið eitt sindur upp í árini, men undantøkini eru sjálvandi, og nýggjasta fakfelagsforkvinnan er bert 30 ára gomul.

- Eg havi altíð havt áhuga í politikki og fakfelagspolitikki. Tá ið eg haldi, at okkurt skuldi verið gjørt øðrvísi ella betur, so spyrji eg altíð meg sjálvan, um eg kann gera nakað við tað ella ikki. Um eg einki kann gera við tað, so skal eg ikki ganga runt í krókunum og finnast at, sigur Vár í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

- Eg vil heldur bjóða meg fram at hjálpa ella betra um nakað, og tað havi eg eisini gjørt í hesum føri. Ikki øll hætta sær at stilla seg fram á hendan hátt, men eg havi valt at fara allan vegin, sigur hon.

Og tað merkir, at hon skal skifta sítt starv í eldrarøktini út við eitt skrivstovustarv hjá fakfelagnum. Hon skal nú stilla seg fremst at stríðast fyri sjúkrarøktarfrøðingum og teirra áhugamálum.

- Gjøgnum alt lívið møta fólk sjúkrarøktarfrøðingum, og sjúkrarøktarfrøðingar hava ein týðandi leiklut í samfelagnum. Tí skulu vit eisini koma meira fram við okkara hugsanum og meiningum. Vit skulu taka meira lut í kjakinum í samfelagnum og royna at vísa á okkara sjónarmið, sigur Vár í Gong.