Vórðu noyddir at spæla langt

Við støðugum nærdystum við eitt nú Vieira og Thuram átók Rógvi Jacobsen sær eina velduga uppgávu mikukvøldið. Eina uppgávu, sum eisini kostaði heilt nógvar kreftir

(Sochaux, Frakland): Tað hevur víst seg, at eitt av sterkastu føroysku álopsvápnunum eru langir bóltar niðan móti Rógva Jacobsen. Aftur hesa ferð vann hann mest sum alt í loftrúminum, og hóast tað ikki gav opnar møguleikar, so tóktist greitt, at skuldi ein slíkur komið, so var tað við heysinum hjá Rógva sum millumstøð.
- Undir Jógvan Martini hava vit arbeitt nógv við at spæla okkum úr verjustøðu, og eydnast tað, so hava vit longu vunnið nógv. Hinvegin spæla vit í dag undir slíkum trýsti, at tað sjáldan gjørdist gjørligt. Tí er einasta alternativið hjá verjuspælarunum at sparka langt, og har er tað so mín uppgáva at fara eftir høgu bóltunum.
Bæði móti Litava og aftur í kvøld tóktist tað, sum brúkti tú sera nógvar kreftir í hesum nærdystunum?
- Ja. Tað blívur sera hart. Ikki minst í dag, har vit at kalla ongan tíð megna at spæla okkum niðan í álopsstøðu. Eitt skifti í seinna hálvleiki var eg eisini um at koyra púrasta flatur, men eg royndi so at trekkja meg longur aftur, so teinarnir at renna vórðu styttri, og tað gav mær so nakað av luft aftur.