Vórðu innløgd til eygleiðingar eftir ferðsuóhapp

Í gjárkvøldið vórðu trý fólk flutt á Landssjúkrahúsið eftir eitt ferðsluóhapp á Sandvíkahjalla. Løgreglan sigur, at fyribils varð ikki mett, at tey høvdu fingið álvarsligt mein, men tey vórðu kortini innløgd til eygleiðingar.

 

 

Les eisini: Trý fólk flutt á Landssjúkrahúsið

 

 

Løgreglan veit ikki enn hví óhappið hendi, tí enn hava tey ikki tosað við fólkini, sum vóru við í óhappinum. Tveir bilar, sum komu koyrandi hvønn sín veg, stoyttu saman, og tvey fólk í øðrum bilinum og eitt fólk í hinum bilinum, vórðu flutt á Landssjúkrahúsið, har tey sostatt vórðu innløgd.