Løgreglan í Grønlandi sigur nú, at trý fólk, sum vórðu myrd í grønlendsku bygdini Nutaarmiut í dag, vórðu ikki skotin, soleiðis sum tey fyrstu tíðindini søgdu. Nú verður sagt, at tey vórðu myrd við "lutum", sum drápsmaðurin fekk fatur á, men løgreglan vil ikki siga, hvønn ella hvørjar lutir talan er um.
Maðurin særdi tvey fólk afturat. Tey vórðu flutt á sjúkrahús við tyrlu, og sambært løgregluni í Nuuk er annað teirra framvegis í lívsvanda.
Løgreglan sigur, at maðurin, sum er tikin og skuldsettur fyri álopið, er 20 ára gamal. Tað er ikki greitt, um hann hevur nakað tilknýti til tey fimm.
Nutaarmiut er einar 90 kilometrar sunnan fyri Upernavik, og har búgva knappliga 50 fólk.