Rúnar Reistrup
??????????????
Føroyar hava verið í so væl goymdar í øllum brúdleypsresinum. Vóru tær gloymdar?
? Um tú samanber føroysku og grønlendsku umboðanina í brúdleypsfyrireikingunum, so má man staðfesta, at Grønland hevur verið munandi meira at sæð enn Føroyar. Men tað vísir seg oftani at vera so. Vit kundu væl verið betur umboðað, og serliga haldi eg at undir døgurðanum á Christiansborg hevði eitt føroyskt innslag í undirhaldinum verið uppá sítt pláss. Julie Bertelsen framførdi eitt grønlendskt lag, og tað riggaði sera væl. Vit kundu havt nakað líknandi.
Men hví vóru Føroyar so ósjónligar?
? Hetta er ikki fyrstu ferð at man upplivir, at danskarar eru meira hugaðir at dyrka eina grønlendska umboðan heldur enn eina føroyska umboðan. Tað hongur kanska saman við at vit eru meira líkir dønum enn grønlendingar eru, og á útlendska pallinum sær tað kanska frægari út fyri Danmark at hava grønlendska umboðan enn føroyska umboðan. Men eg má siga, at eg eri ikki rættiliga vísur í hví tað er so.
Hvat kundu føroyingar gjørt øðrvísi fyri at verið meira sjónligir?
? Nú trúgvi eg ikki, at grønlendingar sjálvir hava troka seg fram. Tað er eitt val hjá danska kongshúsinum hvør upptraðkar fyri brúðarparinum. Men um ein umbøn kom frá kongshúsinum um at útvega eitt nú føroyskt undirhald til døgurðan á Christiansborg, so hevði tað ikki skula staðið á.
Man hevur gjørt nakrar fínar føroyskar búnar til brúðarparið. Hví hevur einki verið at hoyrt til teir, tá nú grønlendska brúðargávan, sum eisini var tveir tjóðbúnar, varð umtalað í flestu donskum fjølmiðlum langt undan brúdleypinum?
? Gávan varð latin inn sambært føstum instruksum. Føroyski umboðsmaðurin læt gávuna inn og var seinni til audiens hjá brúðarparinum. Men altso, hatta er aftur eitt val hjá danska kongshúsinum. Tað kundi verið upp á sítt pláss, at donsk pressa gjørdi eitt sindur burturúr gávuni úr Føroyum, tí hatta er ikki nøkur vanlig gáva. Men mín greiða uppfatan er, at dønum dámar betur at dyrka tað grønlendska enn tað føroyska. Tað grønlendska er meira eksotiskt og riggar betur á altjóða pallinum.
Kann orsøkin ikki eisini vera, at føroyingar ikki hava dugað nóg væl at rópt varskó "her koma vit við eini gávu"?
? Vit eru ikki so framligir, og man kann uttan iva eisini taka eitt sindur í egnan barm.
Ætlanin hjá løgmanni og tingformanni var at siga krúnprinsaparinum, at tey vóru hjartaliga vælkomin til Føroya á vitjan. Parið hevur longu gjørt av at ferðast til Grønlands seinni í ár. Ein Føroyavitjan er ikki komin á skránna enn.