Vár stillar seg í front

- Tá ið eg haldi, at okkurt skuldi verið gjørt øðrvísi ella betur, so spyrji eg altíð meg sjálvan, um eg kann gera nakað við tað ella ikki. Heldur enn at ganga í krókunum og finnast at, vil eg bjóða meg fram at hjálpa ella betra um nakað, og tað havi eg eisini gjørt í hesum føri, sigur Vár í Gong, sum hevur skift starvið í eldrarøktini út við formanssessin í fakfelag

Hon steig mitt í tí heila út á almenna pallin í Føroyum, tá ið hon herfyri gjørdist forkvinna í fakfelagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum. Ofta er ímyndin av einum fakfelagsbossi eitt fólk, sum er komið eitt sindur upp í árini, men undantøkini eru sjálvandi, og nýggjasta fakfelagsforkvinnan er bert 30 ára gomul.
- Eg havi altíð havt áhuga í politikki og fakfelagspolitikki. Tá ið eg haldi, at okkurt skuldi verið gjørt øðrvísi ella betur, so spyrji eg altíð meg sjálvan, um eg kann gera nakað við tað ella ikki. Um eg einki kann gera við tað, so skal eg ikki ganga runt í krókunum og finnast at, sigur Vár í Gong.
- Eg vil heldur bjóða meg fram at hjálpa ella betra um nakað, og tað havi eg eisini gjørt í hesum føri. Ikki øll hætta sær at stilla seg fram á hendan hátt, men eg havi valt at fara allan vegin, sigur hon.
Og tað merkir, at hon skal skifta sítt starv í eldrarøktini út við eitt skrivstovustarv hjá fakfelagnum. Hon skal nú stilla seg fremst at stríðast fyri sjúkrarøktarfrøðingum og teirra áhugamálum.
- Gjøgnum alt lívið møta fólk sjúkrarøktarfrøðingum, og sjúkrarøktarfrøðingar hava ein týðandi leiklut í samfelagnum. Tí skulu vit eisini koma meira fram við okkara hugsanum og meiningum. Vit skulu taka meira lut í kjakinum í samfelagnum og royna at vísa á okkara sjónarmið, sigur Vár.

Stórar ambitiónir
Vár í Gong er fødd og uppvaksin í Havn, gekk í barnaskúla á Argjum, og sambært henni sjálvari brúkar hon mestu tíðina í Havn. Hon er gift og eigur trý børn saman við manninum Johan.
Sum 21 ára gomul fór hon undir útbúgvingina sum sjúkrarøktarfrøðingur.
- Eg helt, at tað ljóðaði sum ein spennandi útbúgving. Mín avgerð bygdi millum annað á, at tað er ein breið útbúgving, sum tú kanst brúka bæði heima og uttanlands, og tað eru góðir møguleikar at útbúgva teg víðari, sigur hon.
- Eg hevði stórar ambitiónir við mínari útbúgving, men fólk hildu tað verða eitt sindur løgið, at eg so fór inn á eitt øki, sum fólk ikki halda verða tað mest spennandi – nevniliga eldrarøkt. Men eg haldi, at eldrarøktin er nakað av tí mest spennandi, sum tú kanst fáast við sum sjúkrarøktarfrøðingur, og tað er serliga har, eg havi starvast eftir lokna útbúgving,

Deyðin kann skaka
Vár hevur millum annað arbeitt fleiri ár á Láargarði.
- Arbeiðið á einum bústovni sum Láargarði hevur við sær, at tú kemur at kenna fólk væl. Tú kemur í samband við tey hvønn dag í langa tíð, og tað haldi eg verða spennandi. Tú verður góð við fólk, og tú kanst veruliga virka fyri, at tey hava tað gott og virðiligt ta seinastu tíðina, tey liva.
Á einum stovni sum Láargarði kemur tað javnan fyri, at fólk leggja árarnar inn eftir eitt langt lív.
- Deyðin er ein partur av lívinum, og tey, sum starvast í eldrarøktini, mugu góðtaka, at fólk fara. Vit grótu næstan hvørjaferð onkur doyði, og tá ið fólk blíva brádliga sjúk og doyggja, kann deyðin skaka teg, sigur Vár í Gong.
- Í eldrarøktini fæst tú ofta við fólk, sum eru ússalig og kanska liggja til tað seinasta. Tá er okkara uppgáva at hjálpa teimum, so at alt verður virðiligt seinastu tíðina, og vit sita hjá teimum helt til endan.

Nýggj uppgáva
Vár í Gong hevur nú skift stavið í eldrarøktini út við eitt skrivstovustarv hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, har hon næstu árini skal virka sum forkvinna.
- Eg havði ikki væntað, at eg fór at fáa so nógva umrøðu eftir valið. Tað var eg ikki rættiliga fyrireikað uppá, sigur hon.
- Alt er nýtt fyri mær enn, og eg skal líka venja meg við nýggja starvið, men eg rokni við, at tað fer at ganga væl.
Øll tann gamla nevndin í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum legði frá sær á seinasta vali, og spurningurin var tá reistur, um tað skuldi skiljast sum eitt misálit á nýggja formannin.
- Tað var greitt væl undan aðalfundinum, at allir nevndarlimirnir fóru frá. Tá ið uppstillingarfreistin var úti, var eingin av nevndarlimunum í uppskoti til nevndarvalið, og hetta var áðrenn eg varð vald. Tí dugi eg ikki at síggja, at hetta hevur nakað við meg at gera, sigur Vár í Gong.
- Tað er keðiligt, at eingin av teimum gomlu nevndarlimunum er eftir í nevndini, men vit hava fingið eina nýggja nevnd, sum uttan iva fer at virka væl. Eg fái eisini stóra hjálp frá hinum báðum starvsfólkunum hjá okkum. Tey hava drúgvar royndir og kunnu seta meg inn í ymsu viðurskiftini, sigur Vár í Gong.
- Nú verður uppgávan hjá mær so at betra um umstøðurnar hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, og eg fari at gera tað, sum eg kann, fyri at vit verða sjónlig, tikin við upp á rað og fáa gott samstarv við onnur í heilsuverkinum, sigur hon.



Fakta
Navn í Gong
Aldur: 30
Bústaður: Tórshavn
Familja Gift við Johan Behrens. Tey eiga tvær døtur og ein son
Útbúgving: Sjúkrarøktarfrøðingur
Starv: Forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar




Vár um javnstøðu
Tað er alneyðugt fyri eitt fólkaræði, at tað er javnstøða. Yvirornað skal tað eitast, at vit hava javnstøðu, men tað er kanska ikki heilt so. Menn hava rátt í so langa tíð, og tað tekur tíð at broyta tað.


Vár um veðrið
Alt verður lættari, tá ið tað blívur ljósari í veðrinum. Eg búgvi mitt í Havnini og eri ikki so nógv uttanfyri Havnina, so tað kemur ofta fyri, at eg ikki lurti eftir veðurtíðindunum ella hugsi so nógv um tað. Men eg skal viðganga, at veðrið kann irritera meg við hvørt.


Vár um ítrótt
Mær dámar væl ítrótt. Eg spældi nógv fóltbólt við AB, men eg eri B36’ari. Nú tapti B36 ímóti AB, og tað var einki serligt. Men um nakar nú skal vinna á B36, so kann eg best liva við, at tað er AB. Í fjør spældi eg við B36 old girls.

Vár um læknar
Eg havi í mínum arbeiði mest havt við kommunulæknar at gera, og tað samstarvið hevur verið gott. Tað er umráðandi fyri heilsuverki, at teir ymsu fakbólkarnar hava gott samstarv.