Tá FM á stuttgeil var um vikuskiftið, var tað eisini ein møguleiki hjá svimjarunum at klára kravtíðirnar hjá svimjilandsliðnum til EM á stuttgeil, ið verður hildið í Royal Arena í Keypmannahavn í desember.
Signhild Joensen og Óli Mortensen vóru einastu svimjararnir, ið megnaðu at svimja undir kravtíðirnar, og vórðu tey bæði sostatt úttikin til svimjilandsliðið. Men eftir fund í starvsnevndini hjá Svimjisambandinum er avgjørt, at tveir svimjarar aftrat fáa møguleika at umboða tjóðina til EM. Talan er um Alva Hjelm og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard. Tað skrivar svimjing.com.
Harvið er føroyska svimjilandsliðið, ið skal luttøka til EM á stuttgeil, mannað við fýra svimjarum. Tey eru Signhild Joensen, Ægir, Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, Havnar Svimjifelag, Alvi Hjelm, Ægir, og Óli Mortensen, Havnar Svimjifelag.











