Vár í Noreg

Eingin kavi nakrastaðni, klárur himmal og sól, tað er eingin ivi um, at nú er várið eisini komið til Oslo. Várið kom ikki so lýðandi, tað kom tann morgunin, útvarpsmaðurin kunngjørdi, at tað vóru plussgradir úti.

 

Ein vika gekk og so var allur kavin sum hevði ligið sum eitt reint og fjalandi teppi um alt Oslo, burtur vekk! Fram úr tí fjalandi hvíta kom grasið, løgið at tað aftaná 4 samfullar mánaðir undur kavanum, enn var har. Fram komu eisini røðir av marglittum súkklum sum høvdu verið í hi undur kavanum, nú skríggjaðu tær eftur olju, luft og pedaltramparum, og tað var jú mikið passandi eftirsum skíðumstøðurnar nú vóru burtur. Eg sum annars endiliga hevði megnað at sleppa undan teimum eftirhándini vælkendu bláu merkjunum, (kavin er sanniliga ikki altíð so bleytur sum hann sær út til).

Tað sum várið her mest av øllum manglar, er tey jarmandi smálombini, eitt tað mest hugaliga ljóði eg kenni. Ístaðin er Oslo ljóðdálkað av einum fugli, sum eitur »skjære«. Líka vakur sum hann er at hyggja at, líka so ljótt letur hann - hart, snjalt, sammanhangandi og ræðuligt, einki sóritt romantiskt pipp, pipp. Eg havi samkenslu við teimum mongu, sum skjótt skulu til prógvtøku og tíðskil hava skift kaféirnar út við lesisalin, tey fáa neyvan konsentrerað seg um annað enn hendan larmandi fuglin.

»Skjærar« ella ikki, eingin ivi er um, at fólk eru í várhýri, tey kasta ikki bara teir tungu frakkarnar frá sær, men eisini tað stundum myrka vetrarlagið. Pannurukkurnar vera útskiftar við smíl og lættari gongulag, á caféunum sita fólk í sólbrillum og sneiða andliti móti sólini, tey súgva orku úr teimum lívgevandi heitu geislunum, og tey longu ljósu kvøldini verður orkan brúkt til at ganga túrar og njóta angan av tí spakuliga vaknandi náttúruni.

At Noreg er eitt stórt og fjøltátta land fult av mótsetningum, funnu vit útav, tá vit um páskini saman við 80% av Oslobúgvunum hildu fjallapáskir, ístaðin fyri asfaltpáskir. Vit páskaðust í Lillehammer økinum, í næstan 1000 metra hædd yvir havinum. Har var tað so sanniliga ikki vár, har lá kavin metur tjúkkur og allastaðni gingu vælílætnir norðmenn á skíð. Hesin fjallahýrurin var tó ikki so ymiskur frá várhýrinum í Oslo, tann spontana gleðin var har, ja sjálvt sólbrillurnar og fartelefonin vóru við.

Eg havi lisið, at norðmenn eru teir, sum nýta fartelefon mest í heiminum, tað er ikki ringt at trúgva, tá man sær hesar sunnu skíðgangandi norðmenninar sita við matpakka og termokannu mitt úti í kavaoyðimørkini og tosa í telefon, ella tá man skíðar avstað saman við øðrum og tað mitt í kavakvirruni fer at ringja! Fyri mær tykist hetta so skeivt og harmiligt, eg skilji slettis ikki, at so nógv fólk hava so sterka trongd til altíð at vera fullkomuliga tøk fyri umheiminum, hvat eru tey bangin fyri, fyri kvirruni, fyri sær sjálvum!

Aftur í Oslo og á universitetinum, er tað eyðsæð, at fartelefonin hevur tikið yvir, og at eg helst má venja meg við allan tann óhøviska og atburðin, sum hon viðførur. Eg hugsi um, hvussu tað ber til at so fá hugsa sum eg, og um tað kanska eri eg sum eri fullkomuliga afturútsigld, eftirsum eg enn ikki dugi at skilja allar fyrimunirnar við nýskapandi tøkni. Men eitt veit eg, sólin skínur enn, og fer helst at skína í nakrar mánaðir, og eg haldi so avgjørt ikki, at tað er tíðin at hugsa ov nógv, tá skal man heldur bara njóta og vera so spontanur og frælsur sum møguligt.