Felagið føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur fingið nýggja forkvinnu. Av persónligum orsøkum hevur Vár í Gong, sum hevur verið forkvinna síðani 2007, sagt seg úr starvi sum forkvinna felagsins.
Fyri hana hevur næstforkvinna, Óluvá í Gong, tikið við. Hon situr sum forkvinna til val verður aftur í 2013.