Vár droymir um OL 2020

Føroysk svimjing hevur viðgongd í løtuni og svimjarnir tora at droyma stórt

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard er ein av fleiri svimjarum, sum hava gjørt um seg seinastu tíðina. Hon hevur sett fleiri met og vunnið heiðursmerki til eitt nú FM og um vikuskiftið til NM, sum hevur verið í Reykjavík. Tað er ikki heilt uttan orsøk, at úrslitini eru góð akkurát nú.

 

- Vit hava vant miðvíst fram til júst hesa kappingina, og eg havi roynt at etið og sovið rætt, so eg eri í topp formi beint nú, sigur Vár E. Eidesgaard.

 

Saman við Óla Mortensen og Signhild Joensen hevur hon verið til at gjørt eitt flott avrik í Íslandi. Óli Mortensen vann millum annað 1500 metrar frí við nýggjum persónligum meti, meðan Signhild Joensen hevur vunnið bæði heiðursmerki og sett føroysk met. Svimjing fyllir eisini nógv hjá teimum.

 

- Beint nú venji eg hvønn dag í tveir til fýra tímar, undatikið sunnudagar, so svimjingin fyllir øgiliga nógv. Eg havi eitt mál um at kvalifisera meg til heimsmeistaraskapið í Kina í desembur. Eisini ætli eg mær at seta fleiri met, sigur Vár Erlingsdóttir Eidesgaard.

 

Hóast síni bara 16 ár, so hevur hon longu sett sær eitt stórt mál. Eitt mál, sum fleiri og fleiri svimjarar seta sær.

 

- Eg havi nøkur mál, men eitt av mínum heilt stóru er at kvalifisera meg til OL í 2020, sigur Vár E. Eidesgaard.

 

Hon er ikki einsamøll um at hava sett sær tað fyri, tí Óli Mortensen hevur fyrr meldað út, at hann eisini hevur OL sum sítt heilt stóra mál.