Tey, sum tala ímóti at herða amerikonsku vápnalógina, vænta ikki, at Senatið fer at taka undir við uppskotinum hjá Joe Biden, varaforseta at banna handlum at selja sokallað álopsvápn og riflur, sum kunnu skjóta fleiri skot.
David Keene, sum er formaður í byrsumannafelagnum National Rifle Association, segði í einari sjónvarpssamrøðu í gjárkvøldið, at uppskotið hjá varaforsetanum hevur ongan møguleika at fáa meiriluta í Kongressini.
Hann segði, at hansara felagsskapur fer at verja tann grundlógartryggjaða rættin hjá amerikanarum at keypa sær tey skotvápn, sum teir vilja hava. Hann legði afturat, at tað kemur ikki upp á tal at banna handlum at selja álopsvápn og riflur við fleiri skotum.
Ein lóg, sum bannaði handli við slíkum vápnum, fór úr gildi í 2004, og tveir senatorar úr Kalifornia og Connecticut hava skotið upp at seta ta lógina aftur í gildi.