Vápnahvíld í Sri Lanka

Stjórnin í Sri Lanka og teir tamilsku uppreistrarmenninir samdust í gjár um at binda frið


Tað var forsætisráðharrin, Ranil Wickremasinghe, sum boðaði frá vápnahvíldaravtaluni, sum er fingin í lag eftir drúgvar samráðingar. Noreg hevur staðið á odda fyri semingsroyndini, og norski sendiharrin í Colombo, Jon Westborg, fekk í gjár vissu fyri, at srilankiska stjórnin er til reiðar at halda avtaluna, sum teir tamilsku uppreistrarmenninir høvdu góðtikið frammanundan.
Enn er ov tíðliga at siga, um avtalan um vápnahvíld kann fáa enda á borgarakrígnum í Sri Lanka. Hetta kríggj hevur vart í 19 ár og hevur kravt umleið 64.000 mannalív.
Tann nýggja avtalan er ikki einans ein avtala um, at partarnir skulu leggja vápnini. Sambært avtaluni skal stjórnin loyva tamilum at vitja skyldfólk uttan fyri tey økini, sum tamilsku uppreistrarmenninir hava ræðið á, og avtalan sigur eisini, at tamilarnir skulu taka lut í politiskum arbeiði, hvør mál er at tryggja varandi frið.
Í sambandi við undirskrivingina vitjaði Wickremasinghe, forsætisráðharri ein bý tætt við markið til tað økið, sum tamilsku uppreistrarmenninir hava ræðið á, og hetta var fyrstu ferð í tíggju ár, at ein srilanskiskur stjórnarleiðari hevur verið á hesum leiðum.