Vápnahvíld í Sýrialandi

Tað er líkt til, at teir stríðandi partarnir í Sýrialandi virða vápnahvíldina, sum fyrrverandi ST-aðalskrivarin Kofi Annan hevur fingið í lag. Sambært avtaluni skuldi vápnahvíld koma í gildi í seinasta lagi í morgun, og talsmaðurin hjá sýriska mannarættindafelagsskapinum sigur, at tað er friðarligt í morgun í øllum landspørtum.

Hinvegin er tað ikki líkt til, at herurin ætlar at taka seg úr býunum, hóast tað er ein partur av friðaravtaluni hjá Kofi Annan.

Amerikanski forsetin, Barack Obama, og týski kanslarin, Angela Merkel, viðgjørdu støðuna í Sýrialandi í einum telefonpráti í gjár. Sambært tíðindastovuni AFP vóru tey á einum máli um, at ST-trygdarráðið eigur at vísa støri støðufesti yvir fyri stýrinum í Damaskus.

ST metir, at meiri enn 9.000 fólk hava latið lív í Sýrialandi, síðani mótmælini byrjaðu í mars í fjør.