Við fleiri túsund munkum á odda gingu umleið 100.000 fólk í dag mótmælisgongu í størsta býnum í Myanmar, Yangon Eins og hinar dagarnar vóru mótmælini friðarlig, men altjóða tíðindastovurnar skriva, at tá mótmælisfólkið var farið til hús seinnapartin, komu fleiri lastbilar inn í býin við vápnaðum løgreglumonnum.
Sambært tíðindastovunum hava teir vápnaðu løgreglumenninir tikið sær støð á tí staðnum, sum mótmælisgongurnar eru endaðar á í dag og hinar dagarnar.
Óváttað tíðindi siga, at tað eru menn úr 22. herdeildini, sum eru komnir inn í Yangon. Tað var hendan herdeildin, sum steðgaði mótmælisgongunum í 1988, tá umleið 3.000 mótmælisfólk lógu eftirá.










