Vápnaðir menn lupu á tvey fongsul í Irak

Trygdarfólk steðgaðu í gjár vápnaðum monnum, sum lupu á tvey fongsul uttan fyri Bagdad, høvuðsstaðin í Irak.

Hesum boðar irakska innanríkisráðið frá. Men Jihad sigur á alnetinum, at túsundtals fangar sluppu leysir, skrivar tv2.

Trygdarvørðarnir fingu hjálp frá hernaðarflogfari, sum rak vápnaðu menninar burtur og forðaði álopinum á fongslið í Taji norðan fyri Bagdad, og Abu Ghraib vestan fyri býin, boðar innanríkisráðið frá.

- Trygdarfólkini jagstra framvegis yvirgangsbólkarnar og hava fult tamarhald á økinum, sigur ráðið.

Ikki bara herðnaðarligir islamistar bera onnur tíðindi enn tey almennu. Íbúgvar í býnum Fallujah vestan fyri Bagdad hava greitt tíðindastovuni AFP frá, at teir vita um skyldfólk, sum eru sloppin úr fongsli eftir álopið.

Álopini henda eitt ár eftir, at stuðlar hjá al-Queda útnevndu rættarskipanina í Irak til álopsmál.

- Vit raðfesta fremst at fáa muslimskar fangar leysar og at jagstra og beina fyri dómarum, kanningarleiðarum og vaktarfólki teirra. Hetta varð sagt í eini upptøku, sum varð hildin at koma frá Abu Bakr al-Bagdadi, leiðara hjá yvirgangsbólkinum, í juli í fjør.

Hetta vikuskiftið var sera harðligt í Irak. Meir enn 70 fólk doyðu av bumbum og skotum.