Tað er ikki bara í Keypmannahavn, at vápnað harkalið skjóta eftir hvør øðrum í gøtunum. Í Oslo er sama skilið við harkaliðum, sum tykjast hava lættari og lættari við at brúka vápn.
Blaðið Aftenposten skrivar, at í fjør legði løgreglan í Oslo hald á 22 skotvápn, og at higartil í ár hevur løgreglan longu lagt hald á 21 skotvápn. Samstundis stúrir løgreglan fyri, at øktur spenningur ímillum harkaliðini kann enda við fleiri hevndaratgerðum.
Síðani í januar í fjør hava 11 skottilburðir verið í Oslo, og sambært løgregluni høvdu í hvussu er seks teirra beinleiðis tilknýti til kriminell harkalið.
Myndugleikarnir hava játtað fimm millionir krónur til at halda eygað við og at kanna harkaliðini, sum herja Oslo og økið kring høvuðsstaðin, skrivar Aftenposten.









