Mærsk-skipini, sum sigla við hernaðarligari útgerð, hava nú fingið vápnaðar vaktir við umborð. Endamálið er at forða óynsktum persónum og skipum at koma ov nær.
Tey seinnu árini hevur A.P. Møller-Mærsk økt samstarvið við tann amerikanska herin, skrivar maritimedanmark.dk. Talan er um fleiri enn 25 skip.
Skipini eru sivil og óvápnað, men kunnu í ávísum farvatnum hava vápnaðar vaktir við sær umborð. Einki verður kortini sagt um talið av vaktarmonnum.
So seint sum týsnáttina varð skotið frá einum skipi, sum siglir fyri amerikanska Military Sealift Command, ímóti einum egyptisum báti í Suez-veitini. Ein varð dripin og tveir særdir í hesum sambandi.
Sambært egyptiskum myndugleikum hevði egyptiski báturin sigarettir og annað, sum ætlanin var at selja manningini á amerikanska skipinum.










