Vitjan
Sum hann stóð har, líktist hann als ikki einum manni, ið næsta ár rundar tey áttari. Hans Blix hevur ongantíð verið kristiskari enn júst nú, og hann finst framvegis at USA og Onglandi fyri at krevja avvápning av øðrum londum, samstundis sum tey sjálvi fylla egnar vápnagoymslur og tvíhalda um rættin til at liggja inni við kjanorkuvápnum.
Áðrenn innrásina í Irak gjørdi Hans Blix og hansara fólk eitt stórt arbeiði fyri at finna útav, um Sadam Hussein lá inni við hópoyðingarvágnum. Nakað sum síðani er prógvað, at tað gjørdi landið ikki. Tí bygdi innrásin i Irak á skeivar fortreytir.
Royndi diplomaturin var tann fyrri av teimum báðum fínu gestunum á pallinum í Norðurlandahúsinum í gjár. Saman við konuni kom hann til Føroya í vikuskiftinum. Sum diplomathjún hava búð og ferðast í sera nógvum londum og hava framvegis góðan hug at ferðast.
Hans Blix, ið eitt stutt skifti var svenskur uttanríkisráðharri, heldur, at tvær tær størstu hóttanirnar, sum heimurin stendur yvirfyri í dag, eru vápn og veðurlagsbroytingar.
Tað finnast ikki færri enn 27.000 kjarnorkuspreingihøvd í heiminum, og sjálvt um talan er um eina minking síðani kalda kríggið, gongur kurvan aftur uppeftir, ti alt fleiri lond hava fingið kjanorkuvápn. Teirra millum India, Pakistan og Ísrael. Tilsamans hava átta lond kjarnorkuvápn, og nógv uppá, at eisini Iran ætlar at útvega sær kjarnorkuvápn.
Svenski diplomaturin gjørdi alt, sum stóð í hansara valdi at forða fyri eini innrás í Irak. Hann var undir sera stórum trýsti frá serliga USA og kom um nakar at standa fyri skotum tá.
Hans Blix vísti á, at tað var rættiliga torført at koma við prógvum um, at Irak ikki hevði hópoyðileggingarvápn, tí hvussu próvar mann, at nakað ikki finst?
Svenskarin er sterkur fortalarin fyri at brúka ST-felagsskapin og vísir á, at heimins lond er tættari knýtt enn nakrantíð. Tí heldur hann eisini, at tað er minni sannlíkt, at nakar fer at brúka kjanorkuvápn. Men hóttanin er har kortini.