Í dag var HM-finalan í estetiskum fimleiki í Budapest í Ungarn. Vípan úr Fimleikafelagnum Støkk megnaði í gjár, sum einasta føroyska liði, at koma víðari í finaluna við stigatalinum 14,9. Í dag fingu tær 15,55 stig, sum er hægsta stigatal eitt føroyskt kvinnuunglingalið hevur fingið nakrantíð til HM.
Við samanlagda stigatalinum 30,45 endaðu tær á einum samlaðum 10. plássi. Tredivu lið úr øllum heiminum luttóku í kvinnuunglingakappingini og í kvinnukappingini luttóku 34 lið. Vinnarar av bæði kvinnu- og kvinnuunglingakappingini gjørdist Russland í harðari kapping við Finnland.
Fimm lið úr Føroyum luttóku í kappingini, tvey kvinnulið og trý kvinnuunglingalið. Í kvinnuunglingakappingini endaði Vípan úr Støkk á 10. plássi, Eina úr HF á 19. plássi og Nora úr HF á 20. plássi. Í kvinnukappingini endaði Hydra úr Ljósinum á einum 22. plássi og Hulda úr HF á 27. plássi.
Myndatekstur:
Liðið hjá Vípuni frá vinstru: Rósa Hanusardóttir á Lógv, Miriam Jákupsdóttir Johansen, Beinta Gaardbo, Rósa Hansen, Elsa Maria Hansen, Heidi Napoleonsdóttir Jacobsen, Bjørk Nolsøe, Sunnvá Weihe Johannesen og Sandra Hansen. Venjarar eru Ásleyg Toftegaard og Debora Ingvarsdóttir Stauss.









