Vínveitlsan er avlýst

Fyrr í vikuni skrivaðu vit á planet.fo eina grein um Vínveitsluna, men nú sær út til, at hon kortini ikki verður hildin. Á heimasíðuni hjá Føroyingahúsinum í Keypmannahavn, faroehouse.fo, stendur at stóra árliga vínveitslan, sum skuldi verið í kvøld, er avlýst.

 

Leiðarin av Føroyingahúsinum skrivar, at orsøkin til hetta er, at veitslan ikki hevur fingið nóg stóra undirtøku.

 

Tey, ið longu hava goldið, verða biðin um at senda húsinum ein mail við kontonr. og so verða verður peningurin fluttur aftur.