Tunnilsskot
Vágatunnilin :
?Hetta er heilt fantastiskt, segði ein sera fegin bygdarráðslimur í Sandavági, tá skotið var ígjøgnum hóskvøldið.
Hann greiddi frá, at hann hevur verið við í fyrireikingum til hesa løtuna líka síðan miðskeiðis í áttatiárunum, tá byrjað varð fystu ferð at tosa um undirsjóvartunnil.
Tað, sum er sera symbolskt og positivt í hesum, segði hann, er tað, at løgmaður kom av Streymoynni til Vágar.
?Soleiðis meti eg eisini, at gongdin fer at verða í framtíðini. Fólk fer at flyta til oynna, og soleiðis fer hetta at hava framburð við sær í Vágum.
Eins og øll onnur væntar hann, at undirsjóvartunniloin fer at hava stórar batar fyri vinnulívið í Vágum við sær.